Fyri løtu síðani skrivaðu vit grein um Símun á Høvdanum, sum ætlaði at forða komandi mentanarhúsinum navnið Varpið, tí at hann átti rættin til navnið. Hann vísti til, at navnið er skrásett sum hjánavn hjá einum smápartafelagi, sum hann eigur.
Men ivasamt er, um hetta gevur honum rætt til at sýta mentanarhúsinum navnið.
Sigmundur Poulsen, advokatur í Havn, ættaður úr Klaksvík, hevur skrivað hesa viðmerking til ein tráð um sama evni hjá Símuni á Høvdanum á Facebook.
Sigmundur Poulsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Sigmundur skrivar og vísir til vørumerkjalógina:
“Ikki sami vøruklassi eftir lógini, og tí hevur tú ikki einkarrætt - bara einkarrætt vissi talan er um okkurt (kappingar)virksemi, sum virkar innan fyri sama vøruklassa sum Sp/f Varpið, altso handil, umboðan, bókhald osv (endamálið hjá tínum felag)”.
Les eisini:
Tit mugu finna mentanarhúsinum eitt annað navn
Mentanarhúsið skal eita Varpið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald