Við á framsýningini eru oljumálningar í upprunarammum og nýinnrammaðar prentmyndir úr tíðarskeiðinum frá 1960 og fram til 1988. Hetta er ein úrvald samling, sum privatpersónur hevur savnað gjøgnum tíðina.
Jack Kampmann varð føddur í London av donskum foreldrum. Hann vaks upp í USA og varð útlærdur sum málari í Danmark, áðrenn hann slapp á Kunstakademiið í 1933-1934.
Í eitt stutt tíðarskeið royndi hann seg við abstraktum málningum, men helt eisini á at mála figurativt. Undir seinna heimsbardaga legði hann málingina á hyllina, við tað at hann av antifasistiskum hugburði meldaði seg sum frívilligan í enska herin.
Í 1947 bleiv Jack limur í “Kammeratunum” og árið eftir flutti hann til Føroyar, har málingin av álvara tók dik á seg.
Hann fekk nógv av motivunum úr føroysku landsløgunum, sum hann endurgav við fastbygdum formum, sum mintu um Cézanne. Hann arbeiddi við skørpum strikum og skifti ímillum dempaðar og kraftigar littónar. Fastleikin í kompositiónini kom somuleiðis til sjóndar í portrettunum hann gjørdi.
Frá 1948 til 1964 búði og arbeiddi hann í Føroyum, inntil hann vendi aftur til Danmarkar, har hann búðu tey seinastu 25 árini av lívi sínum.
Framsýningin hongur uppi inntil 9. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald