Innanlands

Jákup N. Nolsøe nýggjur leiðari á stovninum Kirkjugarðar

Tórshavnar kommunu hevur sett 63-ára gamla havnarmannin, sum hevur fjølbroyttar royndir av millum annað Landssjúkrahúsinum

Jákup N. Nolsøe saman við Boga Jacobsen, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu, og Heðini Mortensen, borgarstjóra (Mynd: torshavn.fo)

Jákup N. Nolsøe saman við Boga Jacobsen, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu, og Heðini Mortensen, borgarstjóra (Mynd: torshavn.fo)

2024-10-25 08:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir, m.a. sum deildarleiðari fyri Sjúkraflutningstænastuna og Leiðbeining á Landssjúkrahúsinum frá 2003 til 2021 og sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum frá 1993 til 2003.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna millum annað um nýggja leiðaran á stovninum Krikjugarðar.

Talan er um Jákup N. Nolsøe.

Samanlagt hevur Jákup fleiri enn 25 ára royndir innan leiðslu, fíggjarviðurskifti, rakstur og tilbúgving.

Jákup Nolsøe er havnarmaður. Hann er 63 ára gamal og útbúgvin ambulansuviðgeri, maskinist, elektrikari og er eisini útbúgvin innan kreppuleiðslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder