
Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvn í Føroyum. Men hóast hetta er samansetingin av mest vanligu fólkanøvnunum broytt nakað seinastu árini, skrivar Hagstovan.
Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma onnur vælkend nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá.
Hóast flestu av tíggju teimum vanligastu nøvnunum eru tey somu sum fyri 40 árum síðani eru onkrar broytingar hendar. Navnið Anna Maria, sum tá var millum tíggju tey vanligastu, var í fjør nummar 32 á listanum. Hinvegin er navnið Lív farið av einum 63. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu kvinnunøvnini í fjør.
Nøvnini Jákup og Jógvan eru vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Tey hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.
Fara vit 40 ár aftur til 1985, eru tó onkrar broytingar at síggja. Navnið Hans, sum tá var millum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum, var í fjør nummar 42 á listanum. Hinvegin er navnið Jónas farið av einum 550. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Í 1985 vóru fimm, sum itu Jónas í Føroyum, og við ársenda í fjør vóru teir 167 í tali, skrivar Hagstovan.
Fleiri nýggj nøvn komin afturat seinastu árini
Sambært Hagstovuni eru fleiri nýggj nøvn eisini løgd afturat navnalistanum seinastu árini.
Nøkur av teimum, sum í dag eru vanlig nøvn á kvinnum, eru Alda, Brá, Emilia, Ró, Ria og Vón.
Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd afturat hjá monnunum. Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Aron, Bragi, Lukas, Liam, Nóa, Róar og Silas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald