Innanlands

Jákup og Svenning gevast eftir tilsamans 79 ár á Sundsverkinum

30. oktober var samkoma fyri Jákup Sørensen og Svenning Eysturdal, sum hava arbeitt á Sundsverkinum í ávikavíst 42 og 37 ár

Frá vinstru: Jákup Sørensen, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Svenning Eysturdal (Mynd: SEV)

Frá vinstru: Jákup Sørensen, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Svenning Eysturdal (Mynd: SEV)

2020-11-07 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir garvaðir menn hava lagt frá sær eftir ávikavist 42 og 37 ár á Sundsverkinum hjá SEV.

Jákup Sørensen og Svenning Eysturdal, maskinmeistarar, sum eru farnir frá fyri aldur, vóru heiðraðir fyri trúgva tænastu og hvør sítt megnaravrik fyri elveitingina og SEV á hugnaligari fráfaringarløtu fríggjadagin 30. oktober.

Um Jákup og Svenning sigur SEV soleiðis:

Jákup kom til SEV í 1978 'bara' fyri at seta M3 motorin upp, men gavst nú 42 ár seinni. M3 kom til landið í kassum, og Jákup setti saman og setti upp. Fyri stuttum hevur hann eisini verið við til at taka motorin niðuraftur.

Hesa tíðina hevur Jákup verið verkmeistari í tveimum umførum, seinast í tíðarskeiðnum 2004 – 2012. Tímateljarin hjá Jákupi á Sundi mundi vera hægri enn tímateljarin heima, helt Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundi, í síni røðu, og umtalaði Jákup sum eina livandi instruktiónsbók.

Eisini Svenning kom til SEV fyri at seta ein motor upp. Hetta var í 1983, tá støð 2 skuldi takast í brúk og motorurin var M4 av merkinum MAN B&W. Ætlanin var sum so ikki at arbeiða hjá SEV eftir tað, men tað bleiv til 37 ár, har Svenning eisini hevur havt ábyrgd av at viðlíkahalda og yvirhála motorarnar.

Væl hevur verið sett upp og viðlíkahildið, tí M4 hevur verið álitið í mong ár, og í september í ár rundaði M4 200.000 tímar. Tað er ikki smávegis fyri ein motor, sum er ætlaður at koyra í 150.000 tímar.

Báðir hava teir havt seinasta arbeiðsdag fyrr í ár, men vegna korona var hátíðarhaldið nústani hildið. Í røðunum, sum hildnar vóru fyri teimum, bleiv dentur lagdur á teirra arbeiðssemi, dugnasemi og lætta lyndi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder