Mentan

James Blunt konsertin flutt eitt ár

Eftir ráðføring við myndugleikarnar er útselda konsertin við James Blunt flutt til 26. mai 2021

James Blunt (Mynd: EPA)

James Blunt (Mynd: EPA)

2020-04-10 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ráðføring við Anette Lykke Petri, landslækna, og Michael Boolsen, fúta, hava vit gjørt av at útseta James Blunt konsertina til 26. mai 2021.

Tað eru boðini frá fyriskiparunum av útseldu James Blunt-konsertini, sum annars skuldi vera 1. juni í Høllini á Hálsi.

- Íkomna sóttarstøðan um allan heim ger, at tað ikki er tilmælt at halda stórar konsertir, og síggja fyriskipararnir seg noyddar til at útseta tiltakið.

Sum er, eru tilmælini frá landsins myndugleikum galdandi fram til 30. mai, meðan tað enn er óvist um tilmælini verða longd. Hyggja vit til dømis eftir Danmark, so síggja vit at krøvini eru galdandi fram til 30. august, og tí er ikki óhugsandi, at tilmælini í Føroyum verða longd, meta fyriskipararnir.

- Tíni atgongumerki eru sjálvandi galdandi til hesa konsertina. Tú nýtist onki at gera.

- Vit harmast um støðuna, men gleða okkum kortini, at bjóða tær til eina konsert í heimsflokki tann 26. mai í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder