Mentan

Jan Lamhauge skal avdúka Føroya ríkasta samtak

Mikukvøldið verður bók hjá Jan Lamhauge løgd fram. Bókin snýr seg um eitt tað mest umrødda málið í miðlunum seinastu árini - skattafrádráttin hjá Eik upp á 90 milliónir

2019-11-10 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggjari bók hjá Jan Lamhauge verður avdúkað hvussu tað gekk fyri seg, tá Føroya ríkasta samtak - sambært Jan Lamhauge - fekk ein ólógligan skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum.

Eisini spurningar sum hvussu royndu føroyskir myndugleikar at verja bankan, og hvørjar avleiðingar fekk hetta fyri Kringvarpið, sum verða svaraðir í bókini.

Sjálvur gekk hann á odda í avdúkandi journalistikkinum hjá KvF av sonenvnda skattamálinum og upplivdi eisini, hvussu hetta ávirkaði innanhýsisviðurskiftini í KvF.

[object Object]

- Fólk við Skálafjørðin fáa nú sum tey fyrstu høvi til at hoyra høvundin greiða frá hesari tilgongdini, tí mikukvøldið verður bókin løgd fram í Bylgjuni í Runavík. Á skránni verður millum annað samrøða millum Finn Koba og Jan Lamhauge, sigur Sprotin í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder