
Matstovan norðanfyri Keypmannahavn, har Jan Restorff er matstovuleiðri, hevur fingið Michelin stjørnu fjúrtan ár á rað. Havnarmaðurin hevur eisini fingið persónligar heiðurslønir fyri sítt arbeiði.
6. mars fer Jan millum annað at greiða frá, hvussu hann tryggjar eitt høgt tænastustig hvønn dag í árinum. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna.
Ferðavinnan verður eisini á breddanum. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line og Karin Visth, vínovasti í Gist & Vist, fara eisini at hugleiða um ferðavinnuna í framtíðini.
Harumframt fer Annika Solveig Hedegård Isfeldt, mannfrøðingur, at siga frá, hvussu ferðavinnan ávirkar føroyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald