Innanlands

Jan Ziskasen farin úr stjórastarvinum í Føroya Tele

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-22 09:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jan Ziskasen, sum hevur verið samtaksstjóri í Føroya Tele seinastu átta árini, er farin úr stjórasessinum. William Joensen, fíggjarstjóri, fer fyribils at røkja stjórastarvið. Samtaksnevndin hevur samtykt at seta út í kortið av nýggjum, og í hesum sambandi eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt.

Jan Ziskasen er tískil eisini farin úr nevndum í dótturfeløgum hjá Føroya Tele, har hann hevur haft sæti. Nevndarlimir í samtaksnevndini røkja fyribils nevndarsessirnar, sum samtaksstjórin hevur havt. 

Nevndin fer at seta nýggja kós fyri samtakið, har dentur m.a. verður lagdur á, at Føroya Tele einhvørja tíð virkar í samsvari við kappingarreglurnar á fjarskiftisøkinum.

- Tað skal eingin ivi vera um, at Føroya Tele í framtíðini bæði er ein frílyntur kappingarneyti á fjarskiftismarknaðinum, samstundis sum netparturin í samtakinum verður skipaður so neutralt sum gjørligt mótvegis øllum leikarum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.    

Ein menningartilgongd verður sostatt sett í verk í samtakinum, og tá henda tilgongdin er liðug, fer nevndin at søkja eftir nýggjum samtaksstjóra.

- Vit takka Jan Ziskasen fyri trúgva tænastu og stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri Føroya Tele hesi átta árini, hann hevur verið samtaksstjóri. Vit ynskja honum blíðan byr víðari, sigur Bjarni Arnason.

Føroya Tele er ein týðandi fyritøka í føroyska samfelagnum, og nevndarformaðurin er sannførdur um, at tilgongdin, sum nú fer av bakkastokki, fer at gagna bæði kundunum, starvsfólkunum og samtakinum.

- Føroya Tele hevur dugnalig starvsfólk, og her liggja spennandi avbjóðingar fyri framman. Nú fara vit at hugsavna okkum um menningarmøguleikarnar, staðfestir nevndarformaðurin í Føroya Tele.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder