SABA við lagnum "Sand" stóð eftir sum vinnari av danska melodi grand prixnum í gjárkvøldið.
Men var tað fult og heilt upp til hyggjararnar, var tað ikki hon, sum vann. Bæði Basim og Janus Wiberg fingu nevniliga fleiri sonevnd hyggjarastig í finaluumfarinum enn vinnaralagið. Um bert hyggjarastigini taldu, vann Basim við lagnum "Johnny", og Janus Wiberg hevði blivið nummar tvey.
Les eisini: Eitt óvæntað triðja pláss
(Mynd: Lasse Lagoni / DR)
(Mynd: Lasse Lagoni / DR)
Orsøkin til, at Saba vann, vóru stigini frá dómsnevndini, sum í ár var skipað við 20 donskum og altjóða Grand Prix-fjepparum.
Stigini frá hyggjarum og stigini frá dómsnevndini taldu helvt um helvt.
Soleiðis vóru stigini deild
1. SABA – 'Sand' 37 stig (15 hyggjarastig, 22 dómsnevndarstig)
2. Basim – 'Johnny' 34 stig (19 hyggjarastig, 15 dómsnevndarstig)
3. Janus Wiberg – 'I Need Your Love' 29 stig (16 hyggjarastig, 13 dómsnevndarstig)
SABA vann Melodi Grand Prix, og skal umboða Danmark í Eurovision Song Contest í Malmø í mai (Mynd: Lasse Lagoni / DR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald