2020-11-14 12:02

Á middegi í gjár varð nýggja kommunustýrið í Hvalbiar kommunu skipað, og tá varð avgjørt, at Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í kommununi, meðan Ronni Hammer verður nýggjur varaborgarstjóri.
11 fólk stillaðu upp til kommunuvalið í Hvalbiar kommunu, og sjey teirra vórðu vald inn í kommunustýrið. Afturvaldi borgarstjórin fekk flestar atkvøður.
Tey, ið manna nýggja kommunustýrið, eru hesi:
- Janus Thomsen, 107 atkvøður
- Ronni Hammer, 68 atkvøður
- Thorstein Thomsen, 47 atkvøður
- Niels Olaf Eyvindsson, 47 atkvøður
- Eir J. Norðberg, 42 atkvøður
- Gunnhild Mortensen, 40 atkvøður
- Martin í Nesi, 33 atkvøður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald