Desmond Tutu skal jarðast 1. januar. Tað upplýsir grunnur hansara sambært fleiri tíðindastovum.
Tað var sunnudagin, at suðurafrikanski erkibiskupurin andaðist, 90 ára gamal. Hann spældi ein týðandi leiklut í stríðnum móti apartheidstýrinum, fekk friðarheiðursløn Nobels fyri arbeiði sítt í 1984, og í 1986 gjørdist hann fyrsti litti erkibiskupurin í Suðurafrika.
Les eisini: Suðurafrikanski erkibiskupurin Desmond Tutu deyður
Áðrenn jarðarferðina nýggjársdag verður ein vika sett av til sorg. Jarðarferðin verður í suðurafrikanska stórbýnum Cape Town.
Les eisini: Sáttargerð heldur enn hevnd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald