Mentan

Sáttargerð heldur enn hevnd

Til minnis um Desmond Tutu

2021-12-26 18:47 Author image
Minningarorð / Javnaðarflokkurin
placeholder

Í dag doyði Desmond Tutu, erkabiskupur í Suðurafrika. 

Tutu hevði ein stóran leiklut í stríðnum móti apartheidstýrinum í landinum, men tað, sum hann eigur størsta heiðurin fyri, er tað, sum hendi aftaná. 

Tað kundi so lættliga endað við einum blóðbaði, tá tann stóri meirilutin av fólkinum í 1991 fekk sítt frælsi eftir áratíggju við kúging, eyðmýking og harðskapi. Hevndarhugurin var stórur. Frælsið var kærkomið – men kundi eisini blivið til eitt ódjór. 

Hetta skilti Desmond Tutu, og tí var hann ein av høvuðspersónunum í teimum mongu “rættarmálum”, sum komu aftaná. Eingin bleiv revsaður. Dómurin var, at tey, sum høvdu framt brotsgerðirnar, skuldu standa andlit til andlits við tey, ið tær høvdu rakt. Skuldu hoyra teirra søgur. Skuldu skilja, at hetta vóru menniskju, hvørs rættindi vóru brotin, og hvørs tign var tikin frá teimum. Tá tey høvdu hoyrt tað, skilt tað og angrað sínar gerðir, var ‘rættarmálið’ liðugt. 

Tað snúði seg um at fyrigeva. Men fyri at tað skuldi bera til, mátti alt koma fram í ljósið. 

Hetta var ikki bara ein fyrimyndarligur háttur at gera upp við ta døkku fortíðina – tað var eisini einasti máti at koma víðari. 

Einasti máti at sættast við tað farna. Og einasti máti at fyribyrgja, at Suðurafrika fór frá apartheid til lógloysi og harðskap. 

Áðrenn apartheid var ósemja í Føroyum um, hvør okkara almenna støða skuldi vera til hesa skipan, sum meginparturin av heiminum fordømdi. Javnaðarflokkurin, við Atla Dam á odda, var púra greiður í síni støðu, og hevði eisini altjóða sambond, har flokkurin eftir førimuni stuðlaði teimum kreftum, ið m.a. Desmond Tutu umboðaði. 

Hetta var eitt altjóða stríð, og tí var tað viðkomandi, hvør okkara støða var – bæði tí øll lond taldu við, og tí tað segði nakað um, hvørji vit sjálvi vóru. 

Namibia var eitt slag av hjálandi hjá Suðurafrika, og fá ár áðrenn apartheidstýrið fall vitjaði fyrrverandi sosialdemokratiski ráðharrin Bernt Carlsson, sum seinni gjørdist ‘UN protector of Namibia’, í Føroyum. 

Vertur var m.a. skrivarin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Jørgensen, og ørindini vóru at biðja um stuðul til altjóða tiltøkini móti Suðurafrika. 

Søgan um stríðið móti apartheid og, ikki minst, skiftið frá apartheid til fólkaræði, var ein søga um fyrimyndarligt altjóða samanhald og eina innlendis uppgerð, har sáttargerð kom í staðin fyri hevnd. 

Desmond Tutu átti sín stóra leiklut í báðum. 

Friður verið við minninum um henda stríðsmann.

Javnaðarflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder