
Tað er ein sannroynd, at Tórshavnar kommuna landafrøðiliga umframt Havnina er staðsett í fleiri oyggjum. Á kommunala Heilsu- og umsorganarøkinum kann tað tí geva avbjóðingar at veita tænastur og tilboð til borgarar, har sum tað ikki er landfast.
Borgarar í Nólsoy hava víst á tørvin á broytingum á skipanini, sum er í dag, og hava eisini víst á, hvussu ein møgulig skipan kundi sæð út.
Tórshavnar kommuna ynskir at tryggja borgarar í kommununi sum búgva á útoyggj, so tey á fullgóðan hátt fáa tær tænastur og tey tilboð, sum kommunan annars veitir borgarum á heilsu- og umsorganarøkinum.
Fyrireikandi arbeiðið til eina royndarverkætlan er sett i gongd og peningur er nú játtaður til endamálið. Ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot til eina heilsutænstu, sum kann staðsetast í Nólsoy. Arbeiðsbólkurin skal m.a. lýsa og greina tørvin og gera uppskot til, hvussu ein heilsutænasta kann skipast, fíggjartørv, starvsfólkatørv osv.
Arbeiðsbólkurin verður mannaður við fakfólki úr Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt tveimum heilsufakligum umboðum úr Nólsoy.
Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við sítt uppskot 10. desember. Væntandi kann verkætlanin setast í verk fyrst í komandi ári. Býráðið játtaði 800 túsund krónur til endamálið á eykafíggjarlógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald