Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samráðast í dag

Í gjárkvøldið slitnaðu samgongusamráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Í dag verður nýggjur møguleiki royndur, har Tjóðveldi kemur í staðin fyri Sambandsflokkin

Tey trý tingfólkini hjá Framsókn tosa við Høgna Hoydal áðrenn fundurin byrjaði í morgun. (Mynd: Sverri Egholm)

Tey trý tingfólkini hjá Framsókn tosa við Høgna Hoydal áðrenn fundurin byrjaði í morgun. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-14 09:45 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Eftir løgtingsvalið varð Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, útnevndur sum samráðingarleiðari og hevur sostatt fingið møguleikan at skipa landsstýrissamgongu.

Eftir ynski frá Framsókn varð fyrst roynt at gera samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Men tær royndirnar slitnaðu í gjárkvøldið, tí júst Framsókn og Sambandsflokkurin ikki kundu semjast um, hvat skuldi gerast við ríkisveitingina.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, segði í gjárkvøldið, at hann fór beinanvegin fór at taka eitt prát við Tjóðveldi, og at hann fór at royna at skipa samgongu við øðrum flokkum. Nú í morgun er greitt, at næsti møguleikin, sum verður roynd, eru somu flokkar, sum myndaðu samgongu árini 2015-19; Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.

Um níggju tíðina í morgun byrjaðu fólk úr teimum trimum flokkunum at koma í løgtingshúsið. Umleið klokkan hálvum tíggju lótu hurðarnar aftur, og samráðingar sostatt so smátt farnar í gongd.

Trý fólk umboða hvønn flokk. Aksel V. Johannesen, Ingilín D. Strøm og Djóni Nolsøe Joensen fyri Javnaðarflokkin, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen fyri Tjóðveldi, og Ruth Vang, Bjarni K. Petersen og Sólvit Nolsø fyri Framsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder