Bústaðir skulu hava heimild til at byggja 6-8 leigubústaðir á útoyggj. Tað halda øll tingfólk Javnaðarfloksins, sum í gjár lótu inn uppskot til samtyktar hesum viðvíkjandi.
Í viðmerkingunum til uppskotið skriva tingfólkini m.a. soleiðis:
– Manglandi politiskt framskygni á bústaðarøkinum hevur ført til, at tað í dag hvørki eru grundstykki, hús ella leigubústaðir á smáu oyggjum okkara, nú áhugin hjá ungum fólkum at seta búgv er tilstaðar. Í meira enn 20 ár hevur Útoyggjafelagið heitt á myndugleikarnar, um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið og onnur hava møguleika at seta búgv har, um tey ynskja tað. Tíverri mugu vit staðfesta, at hetta ikki er komið í lag. Um útjaðaranum skal vera lív lagað, so er tað av týdningi, at tað ber til fáa nakað at búgva í.
Uppskotssetararnir vísa á, at bústaðirnir t.d. kunnu brúkast hjá ungum familjum at búgva í, í eitt ár ella tvey, fyri at finna útav, um tað er áhugi fyri at keypa ella byggja á staðnum. Ofta kann talan vera um pør, har annar parturin er uppvaksin á staðnum, meðan hin hevur tørv á at royna at búgva í oynni í eina tíð fyri at vita, um tað er nakað fyri seg. Við tøkum leigubústøðum vildi hetta verið lagamanni, siga tingfólk Javnaðarfloksins.
Tey vísa eisini á, at uppskotið samstundis vil geva fólki møguleika til at búgva bíliga til leigu í eina tíð, og at hetta kann vera við til at geva fíggjarligt rásarúm til at spara upp til bygging ella húsakeyp á smáplássum, har krøvini til eginfígging eru munandi hægri enn í miðstaðarøkinum.
Uppskotssetararnir meta ikki, at tað er stórur fíggjarligur váði av at seta verkætlanina í verk, tí skuldi tað víst seg at blivið trupult at fingið áhugaðar leigarar til langtíðarleigu, kundu Bústaðir fingið heimild til at leiga bústaðirnar út í styttri tíðarskeið til føroyingar og/ella útlendsk ferðafólk, vísa tey á í viðmerkingunum.
– Tað er av týdningi at skapa bústaðarmøguleikar á útoyggjunum, so tær verða varðveittar sum livandi og virkin búpláss við teimum søgum og mentanum, sum hoyra til tey ymisku búplássini. Eisini er uppskotið eitt stig nærri málinum um fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum sum heild, og tí verður hetta uppskotið lagt fyri løgtingið, siga javnaðartinglimirnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald