![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, ein fyrispurning um eina møguliga einskiljing av BankNordik, og hvørja ávirkan hetta kann hava fyri starvsfólkini í bankanum.
Starvsfólkini í BankNordik skulu ikki liva í óvissu, sigur Heðin Mortensen.
Samgongan hevur ført fram, at tað eru ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik. Í løtuni er landið minnilutaeigari í BankNordik, men hóast hetta hevur avmarkaða ávirkan við sær, kann landið virka sum blokerandi minniluti, um ætlanir eru við felagnum, sum ikki hóva eigarunum, sum í hesum førinum er Føroya fólk, vísir hann á.
– Um almenni ognarluturin í BankNordik verður seldur, kann eitt hugsað dømi vera, at útlendskir ognarar keypa bankan, og at bankin í Føroyum verður ein deild undir útlendskum banka. Hetta hevði uttan iva havt ávirkan á fleiri viðurskifti í bankanum, sum er millum størstu arbeiðspláss í landinum. Starvsfólkini í BankNordik skulu ikki liva í óvissu, og tí má greiða fáast á møguligum avleiðingum fyri starvsfólkini, og tí havi eg sett landsstýrismanninum hendan fyrispurningin, sigur Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Henrik Old spyr um vinningsbýti
Ein annar javnaðartingmaður, Henrik Old, setti eisini landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein fyrispurning um BankNordik í gjár.
Hann vil hava at vita, um Jørgen Niclasen hevur ætlanir um at selja almenna ognarlutin í BankNordik, og hvussu stórt vinningsbýti landskassin hevur fingið úr bankanum síðan 2010.
– Samgongan hevur gjørt greitt, at tað liggur frammarlaga í ætlanunum at einskilja almenn partafeløg. Í hesum sambandi hevur talan m.a. verið um at selja almenna ognarlutin í BankNordik. Um støða skal takast til, um hetta er skilagott, er neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinningsbýtið úr felagnum hevur verið seinastu árini, sigur Henrik Old í viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald