Javni, felagið hjá fólki við menningartarni og teirra familjum, hevur sett Ragnhild Dahl í starv sum ráðgeva. Hesum boðar Javni frá í tíðindaskrivi.
Ragnhild er sernámsfrøðingur, og hevur m.a. arbeitt sum vanligur námsfrøðingur, leiðari á sambýli, og heimavegleiðari hjá borgarum við menningartarni og teirra familjum. Seinastu mongu árini hevur Ragnhild arbeitt innan stuðulsskipanina fyri børn og ung við serligum tørvi, umframt vegleiðing til ung um framhaldandi skúlagongd, arbeiði og bústað.
– Tað er ein sannroynd, at tað ikki altíð er so lætt at vita, hvar ein skal venda sær, um gerandisdagurin er trupul, ella tá ein skal leita sær hjálp. Hetta verið seg bæði tá tað snýr seg um børn ella vaksin, sum hava menningartarn. Fólk vita ikki altíð, hvørjir møguleikar eru, og kenna tað kanska møtumikið at seta seg í samband við myndugleikarnar. Her kann breiða vitanin og royndirnar hjá ráðgevanum gera tað lættari.
– Ragnhild kemur fyrst og fremst at ráðgeva og vegleiða limum felagsins, men onnur, ið hava við økið at gera, eru vælkomin at seta seg í samband við hana. Ráðgevingin kann til dømis snúgva seg um hvussu ein kann leita sær hjálp í eini truplari støðu, hjálpa við umsóknum, ella vera hjásiti til fundir við kommunur, Almannaverk ella onnur. Aðalmálið er at gera umstøðurnar hjá borgarum við menningartarni so góðar sum gjørligt.
– Vit gleðast um at Ragnhild nú er knýtt at felagnum, og vóna, at okkara limir dúgliga fara at brúka møguleikan at leita sær ráðgeving. Tænastan er ókeypis, og sjálvandi altíð í trúnaði, skrivar Javni.
Ragnhild verður at hitta á skrivstovuni hjá Javna mikudagar millum klokkan 9 og 14, og verður annars tøk eftir avtalu. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Javna, javni.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald