Sunnudagin 9.september verður konsert í nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu.
Michael Felberbaum 3Elements, er ein trio og nokkso óvanlig ljóðførisútseting við gittari, saksofon og klaveri. Tað er ein "trialogur" millum teir tríggjar gávaðu og royndu tónleikararnar, sum skara framúr í rútmu og improvisatión.
Teir spæla kompositiónir eftir Michael Felberbaum og nýggjar útsetingar av pop sangum. Tað er ein "Kamar-jazz" ljóðmynd - innilig, sansalig og rútmisk. Trio'in hevur heimstað í París. Saksofonspælarin undirvísir í jazzi og improvisatión á ymsum konservatorium, klaverleikarin er ein av teimum mest umbidnu í Fraklandi og gittarleikarin skrivar stóran part av tónleikinum, sum bólkurin arbeiðir við.
Konsertin er komin í lag gjøgnum franska konsulin, Honnu Jensen. Konsertin er ókeypis og ein liður í at royna ymisk mentanartiltøk í nýggja prísvinnandi býráðshúsinum, ið við góðum akustikki eisini er vælegnað til tónleikaframførslur.
Konsertin byrjar kl.17 - ókeypis atgongd!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald