2025-07-19 17:43

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú um jelly-góðgæti av merkinum Konjac jelly strip, sum er selt í Føroyskum handlum.
Góðgætið verður afturkallað, tí tað inniheldur ólóligu útílatingarevni E410, E407 og E412. Ólóligu útílatingarevnini, saman við skapi og konsistensi gera, at vandi er fyri at kvalast, tá Jelly-góðgæti verður etið, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Lagt verður afturat, ar tað er serliga vandamikið fyri børn.
Góðgætið eigur at verða burturbeint ella latið aftur, har tað er keypt.
Um vøruna
Jelly confectionery
Merking: Konjac jelly strip
Framleiðari: YOUER
Nettovekt: 300 g
EAN-strikukota: 4710636570940
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald