Munnligir fyrispurningar eru á skránni í tinginum í dag, og í hesum sambandi setti Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum fyrispurning um smittutilburðirnar umborð á russisku skipunum.
Hon vildi m.a. hava at vita, hvat samskifti hevur verið millum føroyskar og russiskar myndugleikar í sambandi við, at koronasmitta er staðfest umborð á fleiri russiskum skipum í føroyskum sjóøki. Eisini vildi hon vita, um russiskir myndugleikar hava sett nøkur krøv til manningar og skiparar eftir at fleiri tilburðir eru staðfestir millum russiskar sjómenn í Føroyum.
– Nú tykist tamarhald tíbetur at vera á næsta útbrotinum av virusinum í Føroyum, men henda støðan kann broytast, um vit ikki ansa væl eftir, at smittan kemur aftur til landið, og um fólk ikki fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum sum heild.
– Í summar hava trý útlendsk skip, ið hava lagt at landi í Føroyum, verið rakt av stórum útbrotum av Covid-19. Fleiri persónar eru eisini innlagdir á Landssjúkrahúsinum álvarsliga sjúkir. Samstundis er komið fyri, at skiparar ikki hava fylgt tilráðingunum frá føroysku heilsumyndugleikunum, og hava lagt frá landi uttan at kanna alla manningina, og uttan at senda manningina heim, segði Kristina Háfoss í viðmerking.
Hon vísti á, at hetta kann seta lív og heilsu í váða hjá útlendsku manningunum, og hevur tað sett krøv til føroyska heilsuverkið.
Hava havt samband við russiskar myndugleikar
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum segði, at samskifti hevur verið millum føroysku sendistovuna í Russlandi og avvarðandi russiskar myndugleikar. Samskiftið hevur serliga snúð seg um, hvussu tey handfara slík mál framyvir, so slíkt kann handfarast so skjótt og munagott sum gjørligt.
Sambært Jenis av Rana er mannagongdin hjá russiskum myndugleikum, at manningar umborð á skipum, ið bera russiskt flagg skulu kannast fyri korona, áðrenn tey fara úr russiskari havn. Tað er heilsumálaráðið í Russlandi, sum hevur ábyrgdina av hesum. Fundur verður aftur í næstum, sigur hann.
Eisini hevur verið samskift millum føroysku og russisku sendistovuna í Keypmannahavn, har russisku myndugleikarnir regluliga hava fingið dagførda kunning um støðuna. Síðan hendingina í juli og august hava avvarðandi myndugleikar í Russlandi vent sær til russisku reiðaríini og víst á galdandi treytirnar um koronakanning áðrenn loyst verður frá bryggju, sigur Jenis av Rana.
Útlendskir sjómen og føroyingar skulu skiljast at í hagtølunum
Í viðmerking vísti Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, á, at tað kann elva til trupulleikar fyri Føroyar, at russisku sjómenninir verða skrásettir í føroysku hagtølunum, av tí at smittutalið fer so høgt upp, at Føroyar enda á reyða lista í øðrum londum. Hann spurdi tí landsstýrismannin í uttanríkismálum, um tað ikki bar til at skráseta teir tilburðirnar øðrvísi, so teir ikki verða taldir saman við teimum, sum eru smittað innanlands í Føroyum.
Hesum tók Kristina Háfoss undir við.
– Eg haldi tað tykist øgiliga løgið at hesar manningarnar innganga í teimum føroysku hagtølunum, ikki minst tí, at eftir tey eru farin úr føroyskum sjóøki, eru tey framvegis ein part av hagtølunum í Føroyum.
Hon vísti á, at tað kann henda at manningarnar verða skrásettar bæði í russisku hagtølunum og teimum føroysku, og hevði tað eisini givið eina skeiva mynd.
Sambært Jenis av Rana, er ætlanin at hava tvær ymiskar skrásetingar framyvir.
– Landslæknin hevur boðað okkum frá, at framyvir fara tvær ymiskar skrásetingar at verða gjørdar. Veruligar føroyskar skrásetingar – føroyingar, sum eru smittaðir, og so verður hitt skilt frá og verður lýst í aðrari skráseting. Eg vóni at tað fer at fungera, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald