Innanlands

Jenis av Rana: Avtala við USA ein av størstu løtunum

Hósdagin undirskrivaðu Føroyar og USA partalagsyvirlýsing um økt samstarv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum og amerikanski vara-undiruttanríkisráðharrin, Michael J. Murpy, ynskja hvør øðrum til lukku við nýggju partalagslýsingini millum Føroyar og USA (Mynd Jan Müller)

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum og amerikanski vara-undiruttanríkisráðharrin, Michael J. Murpy, ynskja hvør øðrum til lukku við nýggju partalagslýsingini millum Føroyar og USA (Mynd Jan Müller)

2020-11-13 16:02 Author image
Jan Müller
placeholder

- Hetta man vera ein av mínum størstu løtum í mínum landsstýrisskeiði higartil viðgongur ein fegin men eyðmjúkur Jenis av Rana, nú hann saman við umboði fyri amerikansku stjórnina júst hevur undirskrivað partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA.

Hetta hendi í Norðurlandahúsinum hósdagin, har amerikanska sendikvinnan í Danmark eisini var tilsteðar.

Partalagsyvirlýsingin er við til at seta framtíðar samstarv millum Føroyar og USA á dagskránna í framtíðini. Hon markar byrjanina til styrkt samstarv millum londini á økjum, sum hava felags áhuga.

Í yvirlýsingini viðurkenna londini, at tey hava felags strategisk og búskaparlig áhugamál í Norðuratlantshavi og í Arktis, og eru tilvitandi um sterkt partalag, grundað á felags aðalreglur og virði, sum m.a. fevna um virðing fyri rættartrygd, mannarættindum og virðunum á fríum marknaði.

Undirstrikað verður so eisini, at partarnir vilja halda seg til aðalreglur um javnrættindi, gjøgnumskygni, álit og sínámillum virðing. 

Tað er einki at siga til, at rættiliga nýggi landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, er fegin, nú hann sjálvur sær stórar bæði vinnu- og mentanarmøguleikar í einum samstarvi við hesa heimsins fremstu tjóð.

Gingið óvanliga skjótt

- Eg hevði ikki droymt um, at tað skuldi ganga so væl og so skjótt, nú bara fýra mánaðir eru síðani, at málið varð tikið upp. Tað var á fundi við amerikansku sendikvinnuna í Danmark, Carla Sands, um mánaðarskiftið juni-juli, at eg spurdi til møguleikan at taka sambandið millum USA og Føroyar frá einum diplomatiskum upp á eitt politiskt støði.

- Fáar vikur seinni vóru vit saman við amerikanska uttanríkisráðharranum, Mike Pompeo, har hann í veruleikanum gjørdi hetta samstarv til eitt evni á tíðindafundinum. Og nú so stutt eftir sita vit so og skriva undir eina avtalu, tí tey í Washington bóru seg so skjótt at, tí tey ynsktu at fáa arbeiðið gjørt. Eg má siga, at eg eri ovfarin av, hvussu skjótt og væl er arbeitt. 

Jenis av Rana vil annars ikki taka nakað ávíst mál fram í yvirlýsingini, sum hevur hansara serstaka áhuga. Hann heldur alla yvirlýsingina sum hon er vera týdningarmikla, nú hon fevnir um so mong ymisk málsøki. Hon nemur nevnilga við øll hugsandi øki, har vit kunnu fara at samstarva í framtíðini. 

[object Object]
 

 

Norðurhøv og Arktis

Um tað er støðan í Arktis, sum hevur skundað undir avtaluna, sigur Jenis av Rana:

- Eg kundi  ímyndað mær, at viðurskiftini í Norðurhøvum og tað, sum fer fram í Arktis, hevur gjørt sítt til, at henda avtalan er vorðin veruleiki. 

Uppá fyrispurning um tíðindini herfyri  um møguleikan hjá amerikonskum skipum at brúka føroyskar havnir í framtíðini eisini rúmast í hesi nýggju partalagsyvirlýsingini sigur Jenis av Rana, at hetta er eitt heilt annað mál, og hevur einki við umrøddu lýsing at gera. 

- Tað er so ikki ætlanin í hesum sambandi. Vit hava í tí sambandi havt vitjan av einum amerkanskum admirali, og tað er so eitt heilt annað ráð, sum arbeiðir við tí og óivað eisini saman við dønum. Danski verjumálaráðharrin skuldi koma á vitjan í Føroyum fríggjadag, men vegna veður er vitjanin útsett. Eg trúgvi, at tann vitjanin hevði meira snúð seg um at tosa um tey viðurskiftini t.d. um maritima tænastudepilin og radaran. So tað er líkasum eitt heilt annað øki, sum eg rokni við landsstýrið fer at taka upp. (Sí eisini samrøðu við amerikanska vara-undiruttanríkisráðharran í grein á Portalinum seinni)

Les yvirlýsingina her

[object Object]

Føroyar og USA undirskriva partalagsyvirlýsing millum londini í Norðurlandahúsinum hósdagin (Mynd Jan Müller)

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder