Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin hevur tilnevnt ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu til friðarheiðursløn Nobels.
Tað gjørdi hann 25. januar í ár, boðar hann frá í tíðindaskrivi, har hann m.a. nevnir álopið hjá Hamas á Ísrael, sum varð framt fyri júst trimum árum síðan í dag, og sum var byrjanin til núverandi stríðið í Gaza.
– Dagurin í dag, 7. oktobur, er ritaður í søguna sum ein tann daprasti, sigur Jenis av Rana, sum sigur, at Netanyahu "stríðir stríð okra allra móti terroristum, sum ikki virða mannalív, og hvørs endamál er at leggja allan heimin undir eina valdsideologi".
Jenis av Rana samanber eisini ísraelska forsætisráðharran við Ester drotning úr Gamla Testamenti.
– Hon bjargaði tjóð sínari úr djúpastu neyð, hon var drotning til tíð sína! Sama er við Benjamin Netanyahu, hann er av Gudi settur forsætisráðharri til tíð sína. Ein leiðari, sum sær vandan og sum ikki óttast fíggindan, men stríðist, fyri egnu og mongum øðrum tjóðum og fólkum, okkum til bjarging, skrivar hann.
Móttakarin av friðarheiðursløn Nobels verður avdúkaður fríggjadagin, og tingmaðurin heldur ikki, at tað verður Netanyahu, sum fær heiðurin.
– Neyvan verður forsætisráðharri Ísraela heiðraður fríggjadagin, tí til tað eru fordómanir móti honum og tjóð hansara tíverri ov stórir, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald