
Búskaparráðið hevur víst á, at økt trýst verður á tænastum á eldraøkinum komandi árini, og at tað tí verður neyðugt at seta fleiri fólk inn. Hesa avbjóðingina sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum seg taka í álvara, og arbeitt verður við at betra um møguleikan at taka útbúgving innan hetta økið, sigur hann.
Í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin, sigur hann, at ætlanin er at taka fleiri lesandi inn á heilsufakligu útbúgvingarnar í 2022 enn í 2021.
Annika Olsen vildi hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur í sambandi við starvsfólkatrotið á eldraøkinum, um ætlanir eru um at geva starvsfólkumum løn undir útbúgving, og um arbeitt verður við nøkrum ítøkiligum uppskoti viðvíkjandi løn undir útbúgving til heilsuhjálparar.
Jenis av Rana sigur, at møguleikin fyri at geva starvsfólkum á eldraøkinum løn undir útbúgving framvegis verður kannaður. Harafturat verður arbeitt við ítøkiligum uppskoti um at førleikameta starvsfólk, sum hava drúgvar royndir á økinum.
Fyrispurningur og svar kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald