Mentan

Jenis gav lyfti: Listin fær meira rúm í Hoydølum

Hóast tað enn er óvist hvat bygningarnir í Hoydølum skulu brúkast til, so kann LISA rokna við meira plássi

2021-05-12 14:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Listafólkasamband Føroya um vikuskiftið helt eitt hátíðarhald í sambandi við at fleiri listafólk nú eru flutt inn í hølini, sum felagið hevur fingið í Hoydølum, fekk LISA eisini eitt lyfti frá landsstýrismanninum um enn meira rásarúmd.

Upprunaliga fekk LISA lyfti um at fáa fleiri av bygningunum, herundir sjálvan skúlan, men hetta lyftið varð tikið aftur, tá staðfest varð, at bygningurin ikki kundi brúkast til nakað í núverandi líki, og síðan hevur verið tos um at brúka bygningin til annað endamál.

LISA hevur fingið ræðisrætt yvir tann nýggja bygningin, ið varð bygdur har niðurbrenda gentukostdeildin stóð umframt onkran minni bygning í økinum.

Men í røðu síni segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, at felagsskapurin skal rokna við enn meira plássi í Hoydølum.

Orðini fullu soleiðis: “Og so farið eg at váða mær at siga, at eg vænti, at í framtíðarloysnini fyri Hoydalar, sum eg í dag hómi hana, fer listarliga og mentanarliga økið at fáa størri rúm enn í dag. So er tað sagt og okur vóna, at so verður”, segði Jenis av Rana ov var móttikin av fagnaði av fólkunum, sum vóru til staðar.

Øll røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her   

[object Object]Kvinnubólkurin Kata hevði eina huldisliga framførslu millum trøini í Hoydølum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder