2018-08-02 19:30
Jennifer Aniston, sum fekk sítt gjøgnumbrot í sjónvarpstáttinum Friends, sigur í samrøðu við InStyle, at hon droymir um at Friends byrjar aftur. Hon sigur eisini, at hon hevur tosað við aðrar sjónleikarar úr røðini um, at sjónvarpsrøðin kundi byrja aftur.
- Courteney Cox and Lisa Kudrow og eg hava tosa sum tað. Eg droymi um tað. Tað var veruliga tað besta arbeiðið eg nakrantíð havi havt, sigur hon millum annað í samrøðuni.
Sjónvarpstátturin er ímillum teir best umtókti nakrantíð. Síðsti kapittulin av Sjónvarpstáttinum varð sendur í 2004 og setti met fyri hyggjaratal í USA tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald