Jens-Frederik Nielsen var ein lættur og glaður landsstýrisformaður, tá hann í gjár kom aftur úr New York og til kaffemik í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk.
Við sær í skjáttuni høvdu hann og Múte B. Egede, landsstýrismaður við uttanríkismálum, eina undirskrivaða trílanda verjuavtalu, sum tey umleið 500 fólkini, sum vóru møtt upp kundu fegnast um saman við politikarunum.
Fólkið fagnaði sínum útsendu politikarum sum hetjur, tá teir komu heim í gjár.
- Hetta er ein løta, sum hevur nógv at týða fyri meg. Tann lætti og friður, ein nú kann merkja millum fólk, sum eru her í dag, staðfestir, at vit hava gjørt tað, sum var rætt fyri okkara land. Nógv her hava havt eina kenslu av, at vit skuldu hertakast av einum øðrum landi, segði Jens-Frederik Nielsen við tíðindafólk.
Eisini Múte B. Egede var kensluborin.
- At síggja sítt egna fólk í eyguni og hava fingið tað úrslit, vit ynsktu – at vit sjálvi skapa okkara framtíð – er nemandi. Nú er henda trupla tíðin av. Nú kunnu vit skapa okkara framtíð, sum vit altíð hava ynskt. Friðarliga í samstarvi við okkara nærmastu vinir, segði hann, sambært Danmarks Radio.
Formaðurin fyri landsstýrið, Jens-Frederik Nielsen, greiddi eisini frá, at tíðin hevur verið trupul.
- Satt at siga, hevur ein ofta hugsað hesi seinastu árini, at tað hevur sæð svart út. Men nú hava vit gjørt eina rættiliga góða avtalu fyri okkum øll – Grønland, Danmark, USA, Nato og Evropa. Ein góð avtala í einum heimi í broyting, sum gerst alt meira ótryggur.
Og serliga Múte B. Egede, sum er formaður í flokkinum IA, vísti eisini á, at Grønland við hesi avtaluni er komin eitt fet nærri grønlendskum fullveldi.
- Heimsins máttmiklasta land hevur nú skrivað undir uppá, at Grønland er eitt fólk sambært fólkarættinum, at vit hava sjálvsavgerðarrætt. 56.000 fólk eru ein javnbjóðis partur í eini avtalu, sum tryggjar rættin til sjálv at avgera okkara framtíð, tað er eitt stórt fet, segði Múte B. Egede.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald