Uttanlands

Jesse Jackson gjørdist 84 ár

Amerikanski borgararættindastríðsmaðurin doyði í nátt. Hann var ein av ráðgevunum hjá Martin Luther King tá hesin varð skotin í 1968, og helt fram við arbeiðinum at tryggja teimum littu í USA rættindi

Jesse Jackson, avmyndaður á einum mótmælistiltaki móti fátækradømi í 2018 (Mynd: EPA)

Jesse Jackson, avmyndaður á einum mótmælistiltaki móti fátækradømi í 2018 (Mynd: EPA)

2026-02-17 12:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski borgararættindastríðsmaðurin, Jesse Jackson, er deyður, 84 ára gamal. Tað upplýsir amerikanski miðilin NBC News.

Onki verður upplýst um deyðsorsøkina, men familjan upplýsir fyri miðlinum, at hann doyði í stillum við familjuni rundan um seg.

- Pápi okkara var ein tænandi leiðari. Ikki bert fyri okkara familju, men eisini fyri tey kúgaðu, tey veiku og tey, sum ikki verða sædd kring um í heiminum, sigur familjan í eini fráboðan, og leggur afturat:

- Hansara ótroyttiliga trúgv á rættvísi, javnstøðu og kærleika lyfti milliónir, og vit biðja tykkum æra hansara minni við at halda fram í stríðnum fyri tey virði, sum hann livdi eftir.

Jesse Jackson var útbúgvin prestur og var fremsti talsmaður fyri borgararættindarørsluna, sum Martin Luther King byrjaði í 1960’unum. Tá Martin Luther King varð skotin í Memphis í 1968, var Jackson ein av nærmastu ráðgevum hansara.

Jesse Jackson var eisini politikari. Í 1984 og 1988 royndi hann at gerast forsetavalevni fyri demokratiska flokkin. Tað eydnaðist ikki, tí demokratarnir stillaðu upp við ávikavist Walter Mondale og Michael Dukakis, sum taptu móti republikansku valevnunum, ávikavist Ronald Reagan og George Bush, eldra.

men Jackson helt fram við at arbeiða við at stríðast móti rasismu og berjast fyri betri rættindum fyri tey littu í USA.

Hann varð føddur í Greenville í South Carolina í 1941. Í 1959 byrjaði hann at lesa løgfrøði á University of Illinois, har hann kom inn við einum stupendium sum football-leikari. Í 1966 flutti hann til Chicago har hann fór at lesa guðfrøði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder