Uttanlands

Jetjagari skeyt av óvart rakett yvir Estlandi

Nú verður leitað eftir rakettini

Jetjagarin var av slagnum Eurofighter Typhoon (Mynd: CNN)

Jetjagarin var av slagnum Eurofighter Typhoon (Mynd: CNN)

2018-08-08 12:00 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein spanskur jetjagari kom av óvart til at skjóta eina luft-til-luft rakett, meðan hesin fleyg yvir Estlandi á einari eftirlitsuppgávu.

- Í løtuni verður flogleið, stað og status á rakettini kannað. Rakettin hevur eina innstilling, so at hon kann oyða seg sjálva, men vit kunnu ikki útiloka, at hon er lend onkustaðni, segði NATO í viðmerking til CNN.

Estlendska luftvápnið hevur sett leiting í verk fyri at finna AMRAAM-rakettina. Hildið verður at hon møguliga er lend 40 kilometrar norðanfyri Tartu.

Estlendski forsætisráðharrin Juri Ratas skrivaði á Facebook, at hetta var ein sera keðilig hending, men at eftirlitið hjá NATO í luftini yvir Estlandi er ein sera týðandi og neyðugr partur av trygdini hjá landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder