
Tað var sannur hátíðardámur í Vági, tá Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum varð heiðraður við ‘Dronningens fortjenstmedalje i sølv’ fyri trúgva tænastu í fleiri enn fýrati ár hjá SEV, skrivar heimasíðan hjá elfelagnum.
Hesi gott 40 árini, Jóanes hevur starvast hjá SEV hevur hann verið verkmeistari á Vágsverkinum í 10 ár. Hann byrjaði í starvi hjá SEV í 1982, tá 27 ára gamal.
(Mynd: SEV)
Umframt familju hjá Jóanesi vóru verandi og fyrrverandi starvsfelagar savnaðir at hátíðarhalda dagin saman við honum á Hotel Bakkanum.
Millum tey, ið hildu røðu fyri Jóanesi vóru Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, sum var stjóri hjá Jóanes í 25 ár. Báðir róstu teir Jóanes m.a. fyri dugnasemi, nærlagni og serstakan røkjuskap í sínum starvi, skrivar SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald