2023-02-23 12:46

Norðoya Sparikassi boðar í dag frá, at Jóannes A. Prestá er settur í starv sum kredittleiðari.
Jóannes er 33 ára gamal og er útbúgvin cand.merc. í Finance and Investments á CBS í Keypmannahavn. Hann er bankalærdur og hevur royndir sum vinnukundaráðgevi.
Seinastu árini hevur hann starvast sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu.
Jóannes byrjar í starvinum 1. apríl 2023, upplýsir ns.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald