Mentan

Jobbe Pilgaard við Havnará

Fernisering verður seinnapartin fríggjadagin

2024-06-20 06:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður aftur møguleiki at síggja list hjá Jobbe Pilgaard í gallarínum við Havnará í Havn.

Hóast Jobbe er dani, so er hann við tíðini vorðin hálvur havnamaður. Á framsýningini hesaferð vísir hann verk, ið hann hevur arbeitt við seinasta árið, umframt verk, ið hava verið ávegis í áravís.

Jobbe er útbúgvin námsfrøðiligur heimspekingur, men hevur síðan 2019 burturav fingist við list. Hansara list er litfagrar vatnlitsmyndir, leikandi akryl málningar og dynamisk verk.

Hetta er aðru ferð, at listamaðurin vitjar Gallarí Havnará. Fernisering er fríggjadagin kl. 16. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder