Uttanlands

Joe Biden stuðlar amerikanska kvinnulandsliðinum í kravinum um líkaløn

Demokratiska forsetavalevnið er ikki nøgdur við úrskurðin í sakarmálinum um líkaløn hjá amerikanska kvinnulandsliðinum

Joe Biden (Mynd: EPA)

Joe Biden (Mynd: EPA)

2020-05-03 17:51 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Demokratiska forsetavalevnið Joe Biden blandar seg nú í kjakið um, hvørt kvinnurnar á amerikanska landsliðinum í fótbólti skulu hava tað sama í løn sum menninir.

Ein dómari vísti leygarnáttina aftur partar at sakarmálinum um líkaløn og kynsmismun frá amerikanska kvinnulandsliðinum mótvegis amerikanska fótbóltssambandinum.

Joe Biden skrivar í dag á Twitter, at hann krevur líkaløn nú, ella verður eingin stuðul til HM endaspælið tá hann gerst forseti.

USA skal eftir ætlan vera vertur saman við Meksiko og Kanada til HM endaspælið hjá monnum í 2026.     

Sakin um mismun gongur millum annað út uppá ójøvn viðurskifti í samband við flogferðir, uppihald á hotellum og læknafrøðiliga viðgerð. Samlaða sakarmálið móti fótbóltssambandinum svarar til umleið 450 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder