Mentan

Joe og shit-dreingirnir drúgva umrøðu í bretskum tíðarriti

Rokktíðarritið NME kallar teir ’funny punks from the Faroe Islands’

Fríði - forsangarin í Joe and The Shitboys framførdu eisini á G-festivalinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fríði - forsangarin í Joe and The Shitboys framførdu eisini á G-festivalinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-12 10:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski bunkbólkurin Joe and The Shitboys hevur gjørt um seg undir íslendska festivalinum Island Airwaves, sum júst hevur verið.

Leygarkvøldið hevði føroyski bólkurin eina framførslu á ’Gaukinum, sum er ein av kendu kráunum í Reykjavík, og tann framførslan hevur fingið drúgva umrøðu í enska rokktíðarritinum NME.

Gaukurinn er eitt serligt stað, sum leggur dent á, at tað er lgbt-vinarlig umhvørvi, har maturin er veganskur og vesini óbundin at kyni – gender neutral.

NME ger eisini burturúr, at Joe and The Shitboys eru veganarar. Ikki bara tí, at tað ikki er vanligt í konservativu Føroyum, men tað er eisini tað fyrsta, sum bólkurin boðar frá av pallinum. Ikki bara, at teir eru veganarar, men at teir eru tvíkynjaðir (biseksuellir) veganarar.

Og so koyrdu teir sítt show har teir náddu at spæla heili 27 løg upp á 40 minuttir. Løg við heitum sum eitt nú ”If You Wanna be a Cock, I’ll be your Bull”, ”Save the Planet, You Dumb Shit”, ”Eat Ass You Fucking Cowards” og ”If You Believe in Eating Meat Start with your Dog”, so er støðið lagt.

NME vísir á, at shit-punkararnir úr Føroyum eru forherðaðir, óttaleysir og himprast ikki við at prika hvønn tað skal vera. Peika til dømis út ein tilvildarligan áskoðara í sanginum ”Life is Great You Sick” fyri aftan á at senda viðkomandi ein koss, so tey skilja, at talan er um skemt.

NME lýsir heimland teirra, Føroyar, fyri ikki at vera serliga lgbtq-vinarligt, vit skora eftir øllum at døma ikki nógv á sokallaðu Reinbow Map of Europe.

Føroyski bólkurin lýsir eisini føroyska tónleikapallin at vera mannaður av ”beinleysum homofobum og konufólkahatarum (misogynistum)”.

Umrøðan av Joe and This Boys í NME kann lesast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder