Almenna partafelagið Posta skal hava nýggjan stjóra. Felagið boðar í tíðindaskrivi frá í dag, at Joel undir Leitinum hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum stjóri eftir at hava røkt starvið síðan 2011.
- Vegna nevndina vil eg fegin takka Joel undir Leitinum fyri avrikið og tað ídnið, sum hann hevur víst í síni tíð á Posta. Broytingarleiðin, sum Posta hevur verið á seinastu mongu árini undir leiðsluni hjá Joel, hevur hilnast sera væl. Posta er í dag fult á støði við onnur postverk og flutningsfyritøkur í heiminum, sigur Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður á Posta.
- Tað hevur verið ein hendingarík tíð á Posta. Saman við starvsfólkum og leiðslutoyminum hava vit ment tænastur, tøkni og sum heild flutt felagið til eitt framúr flutningsfelag. Eg eri errin um tað felagið, eg fari frá. Tíðin er búgvin hjá mær at royna nýggjar leiðir, og eg havi tí tikið av øðrum avbjóðingum, sigur Joel undir Leitinum.
Nevndin boðar frá, at til nýggjur stjóri er settur, verður Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, fyribils stjóri á Posta. Jógvan varð settur í starv sum fíggjarleiðari 1. februar 2023. Jógvan tekur við starvinum 1. juli 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald