
Í morgun var ein lítil samkoma í Torfinsgøtu 21 Havn í sambandi við, at Jógvan Andreasen, vatnmeistari, í Tórshavnar kommunu, leggur frá sær fyri aldur.
Jógvan varð settur sum vatnmeistari hjá kommununi 7. mai 2007, og í dag hevur hann sín síðsta arbeiðsdag. Sostatt hevur hann verið vatmeistari í 15 ár, skrivar Tórshavnar kommuna.
- At vera vatnmeistari er ein stór ábyrgd og krevur skynsemi og tilrættalegging. Men eingin ivi er um, at tú hevur røkt starvið til fulnar frá fyrsta degi til í dag, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Uttan mun til, hvønn vit spyrja, fáa vit at vita, at tú ert altíð fryntiligur og blíður, avhildin av tínum starvsfeløgum og altíð til reiðar at traðka til, tá á stendur. So tað verður stórur saknur í tær. Men vit unna tær væl at tú nú sleppur at taka tær av løttum, segði hann í røðu sínari.
Borgarstjórin takkaði Jógvani fyri vælútint arbeiði og ynskti honum og familjuni gleðilig jól, áðrenn hann handaði honum gávu frá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald