2020-11-10 22:40

Jógvan Kruse av Lista A gjørdist toppskorari á kommunuvalinum í Sunda kommunu. Hann fekk 103 persónligar atkvøður.
Tað var tvær atkvøður fleiri enn toppskorain á Lista B, sum var Marni Eyðolvsson Joensen.
Men Listi A fekk 782 atkvøður tilsamans og harvið átta vald í býráðið, meðan Listi B fekk trý vald.
Hesi eru vald fyri Lista A:
Jógvan Kruse 103
Eyðstein Zachariasen 91
Rógvi Nybo 78
Ester Dahl 68
Kári Tór Matthíasson 60
Haraldur S. Hansen 56
Trygvi Kallsoy 56
Rúni Kruse 50
Tey valdu á Lista B eru:
Marni Eyðolvsson Joensen 101
Jonhard Ingolf Joensen 55
Vinjard Dam 47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald