2020-11-14 10:58

Tað verður Jógvan Kruse, sum avloysir Heðin Zachariassen sum borgarstjóri í Sunda kommunu komandi ár.
Tað gjørdist greitt, tá nývalda býráðið í kommununi skipaði seg hósdagin.
Jógvan Kruse var eisini tann í kommununi, sum fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum. Hann fekk 103 persónligar atkvøður á Lista A.
Varaborgarstjóri komandi fýra árini verður Eyðstein Zachariasen, sum fekk næstflestar atkvøður á Lista A – 91.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald