
Fyri júst tíggju árum síðani varð Jóhanna á Bergi sett sum tann fjórði stjórin í tjóðarflogfelagi Føroya.
Hon kom úr starvi hjá Faroe Ship, har Jóhanna hevði verið stjóri í níggju ár frammanundan.
Jóhanna tók við fyri Jørgen Holme, sum hevði verið fyribilsstjóri í Atlantic Airways nærum tvey ár. Frammanundan dananum var Magni Arge stjóri í drúgt áramál. Fyrsti stjórin í Atlantic Airways var Heri Mortensen (1987-1995).
Stjórin til framløguna í sambandi við nýggja tyrlusimulatorin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nú 54-ára gamla Jóhanna á Bergi er fyrsta kvinnan, sum stjórnar Atlantic Airways, og hevur hon nú gjørt tað í tíggju ár.
Tað er ein støðug menning hjá føroyska flogfelagnum, sum seinastu árini hevur fingið alsamt fleiri ferðamál, og tyrlusimulator og annað er komið í lag.
Ávisar bygnaðarbroytingar eru gjørdar í Atlantic Airways í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald