
Nevndin í Banknordik hevur skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Lava Køtlum sum nevndarforkvinnu.
Tað skrivar bankin á heimasíðuni.
Sverre Bjerkeli er farin frá sum nevndarformaður í BankNordik, men heldur tó fram sum vanligur nevndarlimur. Nevndin hevur tískil skipað seg við Jóhonnu Lava Køtlum sum nevndarforkvinnu og Jógvani Jespersen sum næstformanni.
Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í P/F Fiskaaling, og Jógvan Jespersen er stjóri í Felagnum Nótaskip.
Nevndin í BankNordik er nú skipað soleiðis:
• Jóhanna Lava Køtlum, forkvinna
• Jógvan Jespersen, næstformaður
• Sverre Bjerkeli, aðalfundarvaldur nevndarllimur
• Ben Arabo, aðalfundarvaldur nevndarlimur
• Michael Ahm, aðalfundarvaldur nevndarlimur
• Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
• Rúna Hentze, starvsfólkaumboð
·• Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald