Innanlands

Jóhannis Joensen spyr um hjálparátøk til fólk við seinheilaskaða

130 føroyingar fáa hvørt ár staðfest heilaskaða. Fleiri av hesum kunnu vinna førleikar aftur, um nøktandi venjingartilboð eru í boði, sigur javnaðartingmaðurin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum skrivligan fyrispurning

Jóhannis Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhannis Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-16 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. Ætlar landsstýrið at seta meiri pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri talulærarar í starv innan Almannaverkið til m.a. taluvenjingar til fólk við seinheilaskaða o.ø.?

2. Hvussu langt er landsstýrið komið við ætlanunum um at byggja depil/viðgerðarstað til m.a. fólk við seinheilaskaða og demens?

3. Eru talið av ergo- og fysioterapeutum innan Almannaverkið nøktandi?

4. Ætlar landsstýrið at seta pening á komandi fíggjarlóg til at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv?

5. Hvussu gongur við ætlanunum um at byggja bústaðir til fólk við m.a. seinheilaskaða?

Hetta vil Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hava at vita, og hevur hann tí sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, hesar fyrispurningar.

130 føroyingar fáa hvørt ár staðfest heilaskaða. Fleiri av hesum kunnu vinna førleikar aftur, um nøktandi venjingartilboð eru í boði, sigur Jóhannis Joensen í viðmerking.

Hann vísir á, at í Føroyum verður ergo- og fysioterapi veitt eftir førimuni, men taluvenjingar eru sera avmarkaðar.

– Talulæra er grundleggjandi fyri samskiftið hjá sjúklingum við m.a. seinheilaskaða, tí tey ofta eru avskorin frá næstringum og umheiminum. Lógin um almannatrygd og tænastur (vælferðarlógin) leggur upp fyri, at nøktandi tilboð skulu veitast til m.a. fólk við seinheilaskaða, demens, parkinsonsjúku og sclerosu, men enn er langt á mál, skulu vit t.d. røkka tænastustøðinum í Danmark, sigur tingmaðurin.

– Tosað hevur verið um ein rehabiliteringsdepil, at seta fleiri ergo- og fysioterapeutar í starv innan Almannaverkið, at útbúgva og seta fleiri logopædar (talulærarar) í starv innan Almannaverkið og at víðka um bústaðarmøguleikar til fólk við m.a. seinheilaskaða. Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder