Heilsuverkið í Føroyum manglar læknar. Nógvir borgarar hava ongan fastan kommunulækna, og bíðitíðirnar til serlæknaviðtalur eru langar. Um landsstýrið ikki setir meira av til at seta yngri læknar í starv nú, so noyðast teir av landinum aftur, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Tað eru í løtuni 15 yngri læknar í Føroyum, sum koma at mangla sonevnt introstarv í nærmastu framtíð. Men tað eru bert trý introstørv lýst leys í landinum. Tað merkir, at vit í Føroyum hava fleiri ungar læknar, sum allarhelst fara av landinum aftur, summir teirra við maka og børnum. Tí má meira setast av til introstørv beinanvegin, so hetta ikki hendir, heldur Jóhannis Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til introstørv?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði borið til at stytt bíðitíðirnar í heilsuverkinum og havt meira støðugar læknar í økjum, har tað mangla læknar, um starvsfólkatilfeingið bleiv gagnnýtt betur?
- Vit mangla støðugt læknar í Føroyum. Tí er tað púra burturvið, um vit ikki játta pening til at seta læknar, sum vilja sleppa at búgva og virka í Føroyum, í starv, sigur Jóhannis Joensen.
Sambært Jóhannis Joensen, sendi felagið Yngri Læknar landsstýrismanninum eitt skriv í desember, har víst varð á hesi viðurskifti, men sum skilst er einki hent.
– Vit ynskja okkum fleiri serlæknar, og tí áttu vit at gjørt tað vit kunnu fyri at útbúgva serlæknar, heldur Jóhannis Joensen og vísir á, at tað uttan iva eru fleiri kommunulæknar kring landið, sum vilja taka ímóti introlæknum, um pengarnir eru settir av til hetta.
Kaj Leo Holm Johannesen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald