Mentan

Johannudagurin í Vági verður 3. september

Johannudagurin var fyrstu fer fyriskipaður í september í fjør, og dagurin eydnaðist sera væl, og er avgjørt at skipa fyri Johannudegi aftur í ár – Talan er um ein maritiman familjudag, sum fyrigongur á keiøkinum og á Vágsfjørði

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-07-16 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 3. september verður árligi Johannudagurin í Vági.

Talan er um ein maritiman familjudag, sum fyrigongur á keiøkinum og á Vágsfjørði.

Johannudagurin var fyrstu fer fyriskipaður í september 2021 og dagurin eydnaðist sera væl. Avgjørt er at skipa fyri Johannudegi aftur í ár, og temaði er tað sama – ein maritimur familjudagur í Vági.

Dagurin snýr seg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuna.

Fyrireikingarnar til dagin eru í gongd og endaliga skráin kemur seinri. Men longu nú kann upplýsast, at Johannudagurin 2022 kemur m.a. at innihalda bryggjudans við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum, stórt vatnkríggj og eitt syngið við á fjørðinum við Johannu og grindabátunum. Eisini verða kajakkirnar á fjørðinum, skattaveiða fyri børn, livandi havdjór at síggja í kørum á keiini og Agnes Mols Mortensen kemur at vísa ymiskan tari, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder