Innanlands

John Paul De Joria aftur komin inn um 12 fjórðingar

Grind er í Sandavági, men hon verður merkt. Tað hevur Paul Watson helst ikki fingið við

(Skíggjamynd: Fishfacts)

(Skíggjamynd: Fishfacts)

2023-07-19 11:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At grindin, sum liggur á Sandavág fyrrapartin, verður merkt, hava Paul Watson og hansara fólk helst ikki fingið við.

Tey og skipið John Paul de Joria eru í øllum førum komin inn um 12 fjórðingamarkið og hava harvið enn einaferð brotið lógina - hesaferð til onga nyttu kann man siga.

[object Object](Mynd: Simon Nordendahl / DroneDirector)

Skipið hevur ligið uttanfyri 12 fjórðingamarkið síðani grindina í Havn næstseinasta sunnudag, men fyrrapartin tá tað frættist um grindaboð, kom røringur í, og siglt verður við 12 mílaferð móti Sandavági.

Jn.fo skrivar annars, at nógv grind er í Vágahavinum. Ein ella tveir bólkar liggja beint uttanfyri Klovning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder