2023-07-19 23:36
Paul Watson og hansara fólk settu kós vestur í hav - og út um 12 fjórðingar - eftir grindina sum varð merkt um middagsleitið, men síðani hava tey siglt suðureftir, og nógv bendir á, at tey sigla úr føroyskum sjóøki.
Skipið John Paul de Joria kom í føroyskan sjógv 7. juli, og hevur í tveimum førum verið innanfyri 12 fjórðingamarkið hóast forboð varð givið fyri hesum.
Løgreglan hevur skuldsett alla manningina, og hon skal møta í Føroya rætti í morgin fyri at hava brotið lógina. Tað sær tó út til at tey ikki ætla sær at møta.
John Paul de Joria fer skjótt at nærkast markinum til bretskan sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald