Innanlands

John Paul de Joria takkar fyri seg

Okkara endamál í Føroyum var at provokera, og eg haldi tað eydnaðist okkum, sigur Paul Watson. Skipið er nú á veg til Lissabon har umvælingar skulu gerast

2023-07-20 12:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

John Paul de Joria hevur verið í Føroyum í 14 dagar, og hevur til tíðir fingið nógv uppmerksemi. Í nátt fór skipið úr føroyskum sjóøki, og er nú á veg til portugisiska høvuðsstaðin Lissabon.

- Tað eru 43 dagar síðan vit fóru úr New York. Tá vit komu til Íslands var hvalaveiða bannað til 31. august, og so víðari til Føroya, sum annars ikki var á dagsskránni, sigur Paul Watson.

- Okkara endamál í Føroyum var at provokera bæði tilvitskuna og kjakð. Eg haldi tað eydnaðist okkum, sigur Paul Watson.

Manningin á John Paul de Joria er annars skuldsett fyri at koma inn um 12 fjórðingamarkið, og skal møta í Føroya rætti klokkan 13.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder