Innanlands

John Paul de Joria til Portugal

Skipið fór úr føroyskum sjógvi í nátt, siglir nú millum Hetland og Orknoyggjar

John Paul de Joria (Savnsmynd)

John Paul de Joria (Savnsmynd)

2023-07-20 10:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, er farið úr føroyskum sjógvi og siglir nú millum Hetland og Orknoyggjar.

Føroyskir miðlar hava í morgun annars vilja verið við, at John Paul de Joria var á veg til Fraklands, men nú vísa AIS'tænasturnar nakað annað.

Nú er kósin sett móti portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon, og ætlanin er at vera frammi 31. juli. Hetta kann eisini bara vera fyri at órógva nógvu føroyingarnar sum fylgja við, hvar skipið ferð.

Tað eru 14 dagar síðani John Paul de Joria kom í føroyskan sjógv.

Manningin er skuldsett, og skal annars møta upp í Føroya rætti klokkan 13 seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder