Mentan

John Prine yvirlivdi ikki smittuna

Kendi amerikanski sangarin og sangskrivarin doyði í nátt, 73 ára gamal

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2020-04-08 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski sangarin og sangskrivarin, John Prine, doyði í gjár á Vanderbilt University Medical sjúkrahúsinum í Nashville eftir at hava verið innlagdur í nakrar dagar við covid-19 smittuni, skriva amerikanskir miðlar.

Síðst mars boðaði familjan hjá Prine frá á sosialu miðlunum, at John Prine varð innlagdur 26. mars tí hann vísti tekin um covid-19. Tveir dagar seinni gjørdist støðan rættiliga álvarslig, og hann mátti fáa hjálp at anda.

30. mars boðaði manageri hansara og kona, Fiona, at heilsustøðan hjá John Prine var batnað. Fiona Prine hevur eisini verið rakt av smittuni sjálv og hevur ligið í sóttarhaldi heima.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at John Prine hevur verið álvarsliga sjúkur. Í 1998 fekk hann staðfest krabbamein í hálsinum og mátti skerast fyri ein krabbasvull. Hetta merkti John Prine restina av lívinum og eitt skifti hevði hann trupult við at tosa fyri ikki at tosa at syngja.

John Prine hevur tvær ferðir vunnið mætu Grammy heiðurslønina fyri bestu útgávu innan nútíðar fólkatónleik. Í 1991 fyri fløguna ”The Missing Years” og í 2005 fyri ”Faire & Square”. Hartil hevur hann vunnið hópin av øðrum heiðrum innan country og americana tónleik.

Hann hevur havt ávirkan á hópin av øðrum sangarum. Millum kendastu sangirnar, hann hevur skrivað eru ”Angel of Montgomery”, sum eisini er kendur við Bonnie Raitt, ”In Spite of Ourselves”, ”All the Best” og ”Speed of the Sound of Loneliness”, sum Hallur Joensen eisini hevur á eini av sínum útgávum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder