
Eins og undanfarin ár, stendur jólagrýtan hjá Frelsunarherinum í SMS tað mesta av tíðarskeiðnum 03.-23 des. Tað eru tó ikki allar dagarnar, hon stendur har, skrivar Freslunarherurin.
Í fjør komu 124.029 krónur inn við Jólainnsavningina, og við tí fingu samanlagt 323 fólk - 188 vaksin og 135 børn - í Føroyum hjá gleði av hesari jólahjálpini.
- Tín stuðul gevur Frelsunarherinum møguleika at hjálpa føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla. Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí. Vit takka einstaklingum, felagsskapum, stovnum og virkjum sum hava givið til jólahjálpina.
Frelsunarherurin upplýsir eisni, at í fjør vórðu samanlagt 153.500 krónur latnar í hjálp til treingjandi menniskjur.
Í hesum sambandi boðar felagskapurin frá, at gávur til innsavningina kunnu eisini flytast á konto í Betribanka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald