
Í kvøld, mikukvøldið 14. desember klokkan 20, verður jólakonsert í Missiónshúsinum á Strondum við tveimum kórum.
Talan er um Stranda sangkór og kórið hjá Jóhan.
- Kórið hjá Jóhan hevur nógv ár á baki. Tað var Jóhan Motensen - sáli - sum stovnaði kórið, men eftir at hann andaðist ynsktu kórlimirnir at halda fram at syngja. Kórleiðsluni hevur Anki Hansen tikið sær av.
- Stranda Sangkór er endurstovnað kór undir Stranda kvøldskúla. Kórið hevur sungið saman í hálvtannað ár. Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen.
Kórini fara at syngja hvør sær, men eisini nakrar sangir saman.
Umframt kórsang verður eisini felagssangur á skránni, og vit fáa tónleik frá næmingum í musikkskúlanum. Eisini fáa vit eina spennandi framførslu frá einari spildurnýggjari strandakvartett.
Konsertin er almenn og ókeypis.
Sjóvar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald